Ítróttur

H71 vann uppá brotskastkapping

...

2021-04-15 06:47 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

H71 tók í gjár ímóti VÍF í 2. FM-finaluni millum liðini. VÍF vann 1. FM-finaluna.

Tað gekk javnt fyri seg allan dystin, og máttu liðini bæði út í umdyst og brotskastkapping fyri at finna vinnarin.

Tað var tó H71 ið kom betri frá byrjan, og vóru á odda 9-7 eftir 15. minuttir. H71 fór eisini til hálvleik við einari tvey málsleiðslu 15-13. 

VÍF fekk eina flúgvandi byrjan uppá seinna hálvleik, og komu á odda 16-19 tá ið 10. minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki. Tá ið 20. minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki var støðan 22-22. Dysturin endaði 25-25. Liðini máttu tí út í longda leiktíð.

Fyrri hálvleikur av longdu leiktíðini endaði 28-28, og fekk Peter Krogh eisini sína 3. útvísing. Hann slapp tí ikki aftur inná vøllin.

Seinni hálvleikur endaði 30-30, og so skuldi vinnarin finnast við brotskast kapping.

VÍF byrjaði, og skoraði Sjúrður Olsen til 30-31.

Pætur Thomsen javnaði til 31-31.

Julian Olsen skoraði til 31-32.

Leivur Mortensen brendi.

Filip Jojic brendi.

Djóni Joensen javnaði til 32-32.

Hanus Christophersen skoraði til 32-33.

Janus Djurhuss javnaði til 33-33.

Magnus Muller brendi.

Sveinur Olafson skoraði til 34-33, og vann H71 tí 2. FM-finaluna.

Pætur Thomsen fekk 9 mál fyri H71. Filip Jojic fekk 13 mál fyri VÍF.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder