Ítróttur

H71 vann á VÍF og er oddalið í SMS-deildini

...

2018-10-07 14:27 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Oddadystur hevur í dag verið í høllini í Vestmanna tá ið VÍF tók ímóti H71 í SMS-deildini.

H71 byrjaði dystin betri og komu á odda 1-4 eftir 9. min. Men longu eftir 11. min. var javnleikur 4-4. Tað gekk javnt fyri seg í fyrra hálvleiki, og tá ið komi var til hálvleiks var H71 á odda 12-14.

Tá ið 40. minuttir av dystinum vóru leiktir var VÍF fyri fyrstufer í dystinum á odda tá ið tær skoraðu til 18-17. H71 svaraði væl aftur og vunnu dystin 27-29, og eru sostatt oddalið í SMS-deildini.

VÍF:
Liljan Djurhuus 9, Kathe Frederiksen 6, Agnas Olsen 4, Heidi Maria Akselsen 3, Brynja Rógvadóttir 2, Maria Midjord 2 og Durita C. Jojic 1.

H71: Marita Mortensen 9, Maria Weyhe 8, Durita T. Joensen 4, Guðrið á Borg 3, Eva Barba Arge 2, Katrin V. Højsted 1, Anna á Steig 1 og Karin Simonsen 1.

Støður: 
5. min. 1-2
10. min. 3-4
15. min. 6-6
20. min. 9-9
25. min. 9-11
30. min. 12-14
35. min. 15-15
40. min. 18-17
45. min. 21-20
50. min. 23-23
55. min. 25-26
30. min. 27-29

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder