Ítróttur

H71 vann 18-17 á Kyndli

...

2018-09-26 06:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder
Ein dystur var í gjár í bestu mansdeildini í hondbólti, tá ið Kyndil tók ímóti H71.

Dysturin byrjaði javnt, og fylgust liðini væl teir fyrstu 25. minuttirnar av fyrra hálvleiki tá var støðan 7-8, men so fór H71 frá Kyndli og var á odda 7-11 í hálvleikinum. Sami munur var á liðnum teir fyrstu 20. minuttirnar av seinna hálvleiki støðan var 11-15 eftir 50. minuttir, men so kom Kyndil tættari og tættari H71, og endaði tað við at H71 bert vann við einum málið á Kyndli.

Kyndil: Jóni Viderø 3, Høgni K. Olsen 3, Hjalti M. Jacobsen 3, Bartal K. Olsen 3, Rógvi Dal Christiansen 2, John í Innistovu 1, ??lavur av Fløtum Mittún 1 og Rókur Akralíð 1.

H71: Rúni V. Højgaard 5, Sigmundur Nolsø 4, Vilhelm Poulsen 3, Niklas Hanusarson 2, Hørður Trygvason 1, Pætur Thomsen 1, Hans Kári Hansen 1 og Brandur Halgirson 1.

Støður:
5. min. 0-1
10. min. 3-2
15. min. 4-4
20. min. 6-7
25. min. 7-8
30. min. 7-11
35. min. 8-11
40. min. 8-12
45. min. 9-14
50. min. 11-15
55. min. 15-16
60. min. 17-18

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder