2019-01-23 21:00
Steypakappingin í hondbólti var skotin í gongd, tá ið tveir dystir vóru á skránni hjá kvinnum
Neistin tók í Havn ímóti næstbesta liðnum hjá Stjørnuni. Neistin hevði ongar trupuleikar at vinna tann dystin. Neistin vann 33-12 eftir hálvleiksstøðuna 13-7. Drós Ragnarsdóttir fekk flest mál fyri Neistan, hon fekk 6 mál. Fyri Stjørnuna fekk Oddvør Josephsen 5 mál.
Í hinum dystinum tók H71 ímóti StÍF. H71 vann dystin 27-22 eftir hálvleiksstøðuna 12-10. Maria H. Weyhe fekk 7 mál fyri H71. Fyri StÍF fekk Emmy Kass 5 mál.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald