H71 - Hilmar Jan Hansen skrivar:
Mótstøðuliðið hjá okkara kvinnum verður sveitsiski javnaldur okkara, Spono Eagles, ið regluliga hevur verið við í EHF-kappingum síðani í 90-unum.
Lutakastið um, hvussu spælast skal í triðja umfari í EHF Europa Cup-kappingini hjá kvinnum var fyri løtu síðani, og har trekti H71 sveitsiska mótstøðu, Spono Eagles, ið hevur munandi fleiri royndir enn okkara lið.
Soleiðis sum lutakastið háttaði seg, eigur sveitsiska liðið heimavøll í fyrra dystinum, sum skal spælast vikuskiftið 13./14. november og H71 heimavøll í tí seinna vikuskiftið 20./21. november.
Uttan iva fer H71 eisini her at gera eina roynd at fáa báðar dystirnar spældar í Føroyum, so nú fáa vit at síggja, hvussu leikur fer næstu dagarnar.
Fýra meistaraheiti
Spono Eagles úr Sveits, sum kom upp úr pottinum á EHF-høvuðssætinum í Wien, er ??? eins og H71 ??? stovnað í 1971 við navninum Spono Nottwil. Nottwil er heimstaðurin hjá felagnum, men í 2015 broytti tað navn til Spono Eagles.
Síðani í 90-unum hevur Spono Eagles spælt við í europeisku kappingunum, og frægastu úrslitini hava veirð pláss millum bestu 16 liðini í EHF Cup-kappingini og Challenge Cup-kappingini.
Spono Eagles hevur vunnið sveitsisku landskappingina fýra ferðir (2000, 2001, 2006 og 2018) og sveitsisku steypakappingina tríggjar ferðir (2001, 2011 og 2013). Heimavøllurin eitur Schweizerisches Paraplegikerzentrum og rúmar 1.200 áskoðarum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald