2021-02-20 22:12
Líka sum í kvinnufinaluni so møttust eisini H71 og Neistin í mansfinaluni.
Tað var H71 ið byrjaði dystin betri, og tað skuldu ganga 7. minuttir áðrenn Neistin fekk sítt fyrsta mál. Hálvleiksstøðan var 13-11 til H71. Í seinna hálvleik gekk javnt fyri seg, og tá ið 60. minuttir vóru farnir var støðan 22-22.
Tí var neyðugt við longri leiktíð, og skulu liðini út í 2x5 min. Tá ið 70. minuttir vóru leikt var H71 omaná 26-25, og var tað Djóni Joensen ið skoraði sigursmálið tá ið 12 sekund vóru eftir.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald