Ítróttur

Gylling vann skeiðkappingina

...

2019-06-21 08:30 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Ríðisamband Føroya: RIÐJA UTTANDARAKAPPINGIN INNAN GONGUL??G ER HESA VIKUNA, HON BYRJAÐI Í GJÁR VIÐ SKEIÐKAPPING SUM GJ??RDIST MUNANDI MEIRA SPENNANDI ENN V??NTAÐ

Undan skeiðkappingina í gjár var vænta at Gylling við Klæmint T. Myllhamar fór at vinna rímiliga greitt, Gylling hevur seinasti árini verið greitt skjótasta skeiðrossið í Føroyum, hon vann eisini kappingina, men tað var ikki uttan dyst. Rossini renna 100 mtr uppá tíð og sleppa at royna seg tvær ferð. Aftaná fyrstu royndina var Syrpa hjá Bárði Johannesen á odda við tíðini 9,77 sek.

Syrpa og Bárður kláraðu tó ikki at betra um tíðina í næstu royndin men tað gjørdi Gylling og Klæmint, tey bæði komu á mál við tíðini 9,50 sek og vunnu sostatt við 0,27 sek. So hóast tað reið um snarið, so megnaði Gylling at liva upp till leiklutin sum favorittur. Nummar trý gjørtdist Tyrla við Rógva S. Holm á baki. Tíðin hjá teimum var 11,49 sek.

Kappingin heldur fram í kvøld á breytini hjá Føroyskum íslendskum Rossafelag undir Kráarheyggi. Finalurnar vera eftir ætlan leygadagin kl 15

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder