Leygardagin hevði Ítróttasamband Føroya aðalfund í
ÍSF-húsinum. Nógv fólk var møtt á fundi. Á skránni var m.a. val av forseta og
starvsnevndarlimum umframt ymiskar broytingar í viðtøkunum.
Heiðursskjal Poul E. Petersens
Serligt við ársaðalfundinum í ár var, at leisturin at handa persóni,
sum á serstakan hátt hevur viðvirkað til menningina av ítróttagrein, heiðursskjal
Poul E. Petersens varð tikin upp aftur eftir at hava ligið stillur í fleiri enn
10 ár. Heiðursskjalið varð givið einum av okkara fremstu rennarum, Guttorm
Sørensen.
Í grundgevingini hjá nevnd Poul E. Petersens at tilluta
Guttormi heiðursskjalið varð sagt, at Guttorm Sørensen hevur verið drívmegin í
Treystinum, síðani tað varð endurstovnað í 1998, eins og hann hevur verið tað
sama í Frælsur Ítróttur Føroya síðani stovnanina í 2002. Guttormur hevur verið
við í starvsnevndini síðani stovnanina, eins og hann hevur verið kassameistari
í samfull 16 ár.
Renning hevur í hesum tíðarskeiðinum ment seg til at verða
ein tann størsta ítróttagreinin í Føroyum, og sjálvbodna arbeiðið hjá Guttormi
er ein avgerandi orsøk til hetta. Tí er tað ein samd nevnd, sum letur Guttormi
Sørensen heiðursskjal Poul E. Petersens. Guttorm hevði ikki møguleika at verða
til staðar, og tí varð tað forsetin í Frælsur Ítróttar Føroya, Hallur Holm, sum
tók móti heiðursskjalinum vegna Guttorm.
Elin Heðinsdóttir
heldur fram sum forseti
Tríggir av nevndarlimunum í starvsnevndini stóðu fyri vali á
aðalfundinum í ár. Hesi vóru Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti, umframt
Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen, nevndarlimir.
Einki mótvalevni var til formanssessin, og tí varð Elin
Heðinsdóttir Joensen afturvald. Við hesum situr Elin sum forseti næstu fýra
árini. Elin takkaði fyri álitið og segði, at hon gleðir seg at arbeiða víðari
við teimum mongu spennandi ætlanunum, sum starvsnevndin hevur fyri ítróttin í
Føroyum.
Einki mótvalevni var til nevndarlimirnar, sum stóðu fyri
afturvali. Tí vórðu teir báðir Schandorff Vang og Sigurd Rasmussen afturvaldir.
Roknskapirnir verða
tøkir
Sum nakað nýtt verða roknskapirnir hjá sersambondunum
framyvir tøkir á heimasíðuni hjá Ítróttasambandi Føroya.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald