Ítróttur

Gullrúsur í Stórhøll í Stórutjørn

...

2019-07-07 10:58 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Føroyskur hondbóltur hevur seinnu árini tikið stór lop fram á altjóða tindarnar. Bragdið hjá ungu monnunum á U17-landsliðnum er enn eitt prógv um tað.

Orð kunnu illa setast á upplivingarnar hesa vikuna, har U17 landsliðið hevur tikið okkum øll og allan hondbóltsheimin á bóli. Dyst fyri dyst hava hesir garpar kveistrað alla mótstøðu til viks.

Og at enda vinna teir gullfinalu móti Svøríki, ið telist millum mætastu hondbóltstjóðir í heiminum ??? í eini stórhøll, sum vit ikki eiga her heima.

Stórhøll er á veg

Hondbóltssambandið saman við føroysku hondbóltsfeløgunum hava sett sær stór altjóða mál. Tórshavnar kommuna stuðlar hesum fult og heilt.
Støðan, har tað ikki ber til at spæla stóru landsdystirnar á heimavølli í Føroyum, er ikki haldbar. Stór virði fara fyri skeytið, og føroyska samfelagið er taparin.

Tórshavnar býráð samtykti í oktober 2018 at staðseta stórhøll í Stórutjørn í Hoyvík skamt frá nýggja innkomuvegnum til Havnar ??? mitt í Føroyum, har øll hava lætt at koma.

Beint eftir nýggjár fór arbeiðið í gongd saman við ítróttasambondum at lýsa krøv til slíka høll.

Arbeitt verður eisini við at fáa til vega lendi við Stórutjørn, sum er landsjørð, til høllina. Áheitan er latin landsstýrinum um at fáa neyðuga lendið til vega sum skjótast.

Tórshavnar kommuna hevur somuleiðis arbeitt við at fáa til vega uttanhýsis fígging at byggja høllina, tí umframt at vera høll til ítrótt og stór mentanartiltøk, hevur høllin eisini stóran vinnuligan áhuga.

Málið hjá kommununi er, at lendið og fígging er komin uppá pláss í heyst, so at skjøtul kann setast á prosjektering og lendisarbeiði eftir ársskiftið.

Samstarv

??ll eru vit samd um, at nú skal smíðast. Ikki tí at vit eru í gullrúsi beint nú, men tí, at føroyskur ítróttur skal hava neyðugu umstøðurnar til altjóða kappingar her heima.

Tí byggir kommunan saman við FSF Tórsvøll. Tí prosjekterar kommunan nýggjan langhyl, ið kann hýsa stórum altjóða kappingum, og tí vilja vit byggja innandura ítróttinum eina stórhøll, har vit øll kunnu droyma um at uppliva enn ein føroyskan gullrús í altjóða kapping.

Mín áheitan skal tí vera á allar góðar kreftir um at standa saman um hesa ætlan, tí við samstarvi røkka vit skjótari á mál.

--

Góðu tit U17 leikarar, venjarar og øll tit í Hondbóltssambandinum ??? hjartaliga til lukku við sigrinum. Tit hava ikki bert vunnið evropeiskt gull, tit hava eisini vunnið tykkum og føroyskum hondbólti størstu virðing. Tað er tykkum sanniliga væl uppiborið.

Nú skal Stórhøllin gerast veruleiki!

Annika Olsen, borgarstjóri

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder