2021-05-11 20:37
18 ára gamli Gullbrandur í Horni ??regaard hevur skrivað sáttmála við Sandnes Ulf, sum spælur í næstbestu norsku deildini.
Eftir at Gullbrandur síðani februar mánaða í ár hevur vant við Sandnes, og venjarin var nøgdur við tað Gullbrandur vísti, valdi felagið at skrivað undir sáttmála við hann. Partarnir hava undirskrivað sáttmála árið út.
Dagligi leiðarin hjá Sandnes Ulf sigur soleiðis, talan er um ein spennandi miðbanaspælara sum hevur styrki. Tað er gott at geva lokalum spælarum møguleikan.
Gullbrandur er heilur føroyingar. Foreldrini hjá honum eru úr Sandavági og úr Havn. Gullbrandur er tó uppvaksin í Stavanger, og hevur leikt við felagnum Hinna í Stavager.
Gullbrandur hevur leikt ein U-landsliðsdyst fyri Føroyar. Tað gjørdi hann í 2019 ímóti Norðurírlandi.
Landsliðsspælarin Ári Mohr Jónsson spælir eisini fyri Sandnes Ulf.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald