Ítróttur

Gull, silvur og tvær bronsu í stórari badmintonkapping í Berlin

...

2019-04-25 09:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Seinnapartin 17. apríl fór ungdómslandsliðið í badminton til kappingini YONEX Junior Cup. Hetta er triðja árið á rað, at luttikið verður í kappingini. Undanfarnu árini hava leikarar vunnið heiðursmerki heim við, so spennandi var, um tað aftur í ár fór at eydnast. Støðið á kappingini er sera høgt - vit kunnu nevna, at fleiri elituleikarar úr Danmark og Týsklandi luttaka. Eisini er unglingalandsliðið úr Tjekkia við, umframt leikarar úr Póllandi.

Kappingin varir í tríggjar dagar - 19. - 21. apríl.

Byrjað varð við blandaðum tvímansleiki. Leikararnir vóru spentir at koma í gongd. Sum heild gekk fyrsti dagurin gott - fleiri pør komu víðari frá innleiðandi umfarinum.

Annan dagin var einmansleikur á skránni, og allir leikarar skuldu í eldin. Og ikki ber til at siga annað enn, at okkara leikarar kláraðu seg sera væl. Tað vóru sera nógvir tættir dystir, og spældu fleiri seg víðari í bæði 1/8 partsfinalur og 1/4 partsfinalur.

Gunnva Jacobsen gjørdi bart og vann gull í bólkinum U22A, og Miriam í Grótinum vann silvur í U17A.

Síðsta dagin var tvímansleikur hjá kvinnum og monnum á skránni. Og akkurát hendan dagin sóu vit, hvussu nógv okkara leikarar hava ment seg seinasta árið, tá ið snakkað verður um tvímansleik.

Flest øll pørini komu víðari úr bólkaspælinum, og stríddust tey fyri at koma enn longri í kappingini.

Árant á Mýrini/Ari M.Jacobsen, Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen og Miriam í Grótinum, sum spældi saman við einari gentu úr Tjekkia, spældu seg í semifinaluna, sum tey tíverri taptu. Tey skuldu so spæla um bronsuna. Her eydnaðist tað Árant á Mýrini/Ari M.Jacobsen og Sissal Thomsen/Lena Maria Joensen at vinna dystirnar og harvið bronsuna. Miriam tapti tíverri, men fekk eitt flott 4. pláss.

Kappingin er av á hesum sinni, men føroysku leikararnir komu ikki tómhentir heimaftur. Umframt fýra heiðursmerki, so høvdu tey skjáttuna fulla av upplivingum og nýggjum royndum. Hetta var ein sera hørð kapping, har tey spældu í bestu rekkjuni, í einari stórari og tættpakkaðari høll við 17 banum.??ll gjørdu teirra allarbesta, og kunnu tey vera sera væl nøgd við tað.

Erik Engelbrecht Thomsen, formaður í Badmintonsambandi Føroya, sum var við á túrinum sum venjari, er sera væl nøgdur við, at ein breiður hópur av bæði ungum og eldri ungdómsleikarum, fyri triðju ferð, hava verið við til Yonex Junior Cup.

- Í Berlin var tað so sanniliga ikki nakar dystur, sum var lættur, tí okkara leikarar altíð spældu ímóti teimum bestu leikarunum úr ávíkavist Týsklandi, Danmark, Tjekkia, Póllandi og Slovakia. Fleiri av hesum leikarum vóru eisini á unglingalandsliðnum. At fleiri av okkara leikarum vunnu dystir ímóti teimum, ásannar enn einaferð, at støðið á okkara leikarum er í støðugari framgongd, sigur Erik Engelbrecht Thomsen. Hann leggur afturat: "At í ár vóru fyrireikingarnar øðrvísi enn í fjør. Í ár vistu vit, hvat vit fóru til, og tí bar til at seta leikararnar upp til kappingina. Og kundu somuleiðis fyrireika nýggju leikararnar á landsliðnum, hvat teir høvdu í væntu."

Tey, sum umboðaðu Føroyar vóru:
Miriam í Grótinum, HBF

Hans Elttør, KBF

Tórur Paulason, HBF

Rúni ??ster, HBF

Ari Nandi, HBF

Hákun T. Sigvardsen, HBF

Jónas Djurhuus, HBF

Jónas Vágsheyg, KBF

Ari M. Jacobsen, KBF

Árant á Mýrini, MBF

Sissal Thomsen, HBF

Lena Maria Joensen, KBF

Gunnva Jacobsen, HBF

Jóhanna O. Højsted, KBF

Magnus Dal-Christiansen, HBF

Rani í Bø, KBF

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder