Ítróttur

Guðjón ??órðarson skal venja NSÍ

...

2018-11-04 08:42 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

NSI.fo: Á ársveitsluni hjá NSÍ varð nýggi venjarin kunngjørdur. Talan er um ein sera royndan venjara.

Guðjón ??órðarson er 63-ára gamal og kemur frá Akranesi í Íslandi. Sum leikari hevur hann spælt yvir 400 dystir í bestu íslendsku deildini.

Sum venjari hevur Guðjón sera nógvar royndir. Hann hevur millum annað verið íslendskur landsliðsvenjari. Umframt fleiri av bestu íslendsku liðunum, so hevur hann eisini vant Stoke City, Start, Barnsley, Notts County og Crewe Alexandra. So talan er sanniliga um ein venjara við drúgvum royndum.

Í gjár skrivaðu NSÍ og Guðjón ??órðarson undir eina 2-ára avtalu. Guðjón fekk eisini møguleikan at síggja eina venjing hjá okkara næstbesta liði, tí ungu garparnir hjá Jens Martini Knudsen hildu ikki leingi frí, og vandu teir í gjár frammanfyri nýggja høvuðsvenjaranum.

Vit ynskja Guðjóni ??órðarsyni hjartaliga vælkomnum til Runavíkar, og vónandi fáa vit nógvar góðar løtur saman við Løkin og kring landið.

Saman standa vit sterk!

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder