Ítróttur

Grønland kann spæla seg til HM

...

2018-06-14 13:22 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

HSF:Leygardagin byrjar Pan American Men´ Handball Championship, sum er hondbóltskapping millum lond í Karibia, Suðuramerkia, Norðuramerika og harumframt Grønland.

Kappingin er í eina viku og verður hildin í Nuuk. Trý tey fremstu londini vinna sær pláss til HM-endaspælið, sum verður í januar 2019.

Føroyski venjarin hjá grønlendska manslandsliðnum er vónríkur.

Tað verður torført at enda millum tvey tey fremstu londini, men eitt triðja pláss er ein møguleiki. Vit eru væl fyri, men alt skal tó ganga upp í eina hægri eind, fyri at tað skal eydnast, sigur Ingi Olsen.

Argentina og Brasilia verða mett at vera sterkastu londini í kappingini.

Grønland er í bólki við júst Brasilia, umframt Kanada, Uruguai, Kolumbia og Paraguai.

Í hinum bólkinum eru Argentina, Kuba, Kili, Puerto Riko, Guatemala og Peru.

Tvey lond frá hvørjum bólki kunnu spæla seg víðari til hálvfinalurnar.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder