Vinna

Gróðurin drálar

...

2014-05-07 21:32 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Seinastu vikuna í apríl gjørdi Magnus Heinason kanningar av æti á Landgrunninum. Hetta er kanning, ið verður gjørd á hvørjum ári hesa ársins tíð, nú ætið eigur at nørast og fiskalarvur taka sína fyrstu føði. Kanningin vísti, at gróðurin er seinur í ár og at enn er lítið av føði til fiskalarvur.

Fiskalarvur frá í vár eru smáar hesa ársins tíð, og tí klára tær einans at taka smáa føði. ??tið frá í fjør er ov stórt, men egg og ungar undan ætinum frá í fjør, eru góðir gloypibitar ta fyrstu tíðina. So skjótt várgróðurin kemur í sjógvin og djóraætið fær føði, byrjar tað at gýta.

Kanningin hjá Magnusi Heinason vísti, at enn er gróðurin á Landgrunninum ikki komin. Meginparturin av djóraætinum er stórt reyðæti frá í fjør. Enn er tí lítið at smáari føði til fiskalarvur. Bæði gróðurin og gýtingin hjá djóraæti økjast tó spakuliga.

Havstovan fylgir støðugt við gróðrinum og á yngultúrinum í juni fæst meira at vita um hvussu várið hevur hilnast.

Les alla frágreiðinginaher

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder