2020-07-09 11:22

Hav.fo: Merkta grindin úr Bø hevur vitja aftur júst sama økið á Reykjanesrygginum, har hon var fyri trimum vikum síðan. Grindin ferðast spakuliga á grunna partinum av rygginum.
Merkta grindin úr Havn, ið var suðuri við Rockall fyri viku síðan, hevur seinastu dagarnar hildið kósina norðureftir, og er nú á 23 breiddarstigum, ið er tað eystasta grindin hevur verið.
Bjarni Mikkelsen ( [email protected] )
![]() |
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald