Havstovan:
Fyri stuttum kom ein nýggj vísindalig grein út um rákið tvørtur um Íslandsryggin.
Millum Ísland og Føroyar liggur ein undirsjóvarryggur, nevndur Íslandsryggurin. Tvørtur um henda rygg ferðast heitur Atlantssjógvur á veg móti Arktis (reyðir pílar á myndini). Hesin sjógvur hitar okkara landgrunn og ger stór havøki norðan fyri okkum livilig hjá uppsjóvarfiski. Havstovan hevur tí leingi mátað henda streym, sum nevnist Føroyastreymurin.
Frá hesum mátingum vita vit, hvussu gongdin hevur verið hesi seinastu 20 árini; men vit vilja fegin eisini kunna spáa um komandi broytingar. Tað kann gerast við einum klimamodelli, sum er eitt veldiga stórt telduforrit. Tílík klimamodell verða nýtt til at spáa um komandi veðurlagsbroytingar. So hvørt, sum teldurnar gerast skjótari og nýggj vitan kemur, verða tey broytt, og tey eru nú før fyri at geva okkum álítandi spádómar um nógv ymisk veðurlagsfyribrigdi. Men Føroyastreymin duga tey ikki at spáa um. Tað síggja vit við at samanbera okkara mátingar tey seinastu 20 árini við tað, sum klimamodellini hava roknað út fyri tað tíðarskeiðið.
Hesin trupulleikin hevur verið nógv viðgjørdur í tveimum altjóða granskingarverkætlanum, sum Havstovan hevur tikið lut í, og sum eru fíggjaðar av Europiska granskingargrunninum FP7. Høvuðsboðskapurin í nýggju greinini er ein frágreiðing um, hví so lítið samsvar er millum mátingar og modell.
Tá Atlantssjógvur ferðast eystur um Íslandsryggin, heldur hann seg í teimum ovaru løgunum; men undir honum ferðast kaldur sjógvur vestur eftir (hvítir pílar á myndini). Hetta kalda rákið er á flestu støðum bara í einum tunnum lagi beint oman fyri botn, og klimamodellini eru ikki nóg neyv til at kunna lýsa tað. Men tað heita rákið og tað kalda rákið eru knýtt at hvørjum øðrum, og hetta tykist vera høvuðsgrundin til, at modellini heldur ikki klára at lýsa broytingarnar í Føroyastreyminum. Hetta er lýst í nýggju greinini, sum ber heitið: "Biased thermohaline exchanges with the Arctic across the Iceland???Faroe Ridge in ocean climate models" og kom í tíðarritinum "Ocean Science" 13. apríl. Hetta er eitt "open access" tíðarrit, og greinin kann, øll sum hon er, lesast her.
Nú, vit halda okkum hava funnið orsøkina til trupulleikan, er eftir at loysa hann. Tað gerst við at broyta klimamodellini; men tað krevur eisini betri vitan um sambandið millum bæði rákini tvørtur um ryggin. Til tess eru Havstovan, danska veðurstovan (DMI) og Universitetið í Hamburg farin í gongd við eina nýggja kanningarætlan, sum hevur fingið umleið 1½ millión krónur í stuðli frá donsku stjórnini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald