Ítróttur

Gravgangur eftir lýsingarplássum

...

2018-05-10 10:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Stórur eftirspurningur er frá donskum fyritøkum at sleppa framat at lýsa til landsdystin hjá monnum millum Føroyar og Danmark.

Danska sjónvapsrásin TV2 fer at vísa dystin, og sambært danska hondbóltssambandinum, DHF, eru okkurt um tveir milliónir hyggjarar, tá donsku hondbóltsharrarnir spæla.

??? Longu sama kvøld, sum lutakastið hevði verið, var áhugi fyri at keypa øll lýsingarplássini, sigur Sára Jógvansdóttir, sum hevur ábyrgd av stuðlaøkinum hjá HSF.

Tað eru sera góðir lýsingarmøguleikar til ein landsdyst. Tað eru lýsingarpláss á sjálvum gólvinum, fram við báðum stuttsíðunum, og sum nakað nýtt verður nú eisini ein 40 metrar LED-skíggi fram við langsíðuni, sum gevur 80 minuttir við lýsingum.

HSF fer ikki at selja øll lýsingarplássini til útlendskar fyritøkur, tí fyrsta rætt til góðu plássini eiga teirra egnu stuðlar.

??? HSF hevur sera góðar stuðlar, sum í øllum førum fáa bestu plássini mitt fyri á vøllinum. Landsdysturin er ein góður møguleiki hjá fleiri teirra at verða sædd uttanlands, m.a. hjá Smyril Line og Atlantic Airways við sínum rutuneti og hjá okkara høvuðsstuðli, BankNordik, sum hevur virksemi í Danmark, greiðir Sára frá.

Hon leggur afturat, at tað er framvegis møguleiki hjá øðrum føroyskum fyritøkum at vera við. HSF vil helst promovera føroyskar fyritøkur.

Tað er framvegis óvist, um heimadysturin móti Danmark verður spældur í Føroyum. HSF hevur sent umsókn um undantaksloyvi at spæla landsdystin í Badmintonhøllini í Klaksvík ella Høllini á Hálsi, og nú verður bíðað eftir svari. Verður undantaksloyvið noktað, verður heimadysturin væntandi spældur í Keypmannahavn.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder