Ítróttur

Góður dagur í París í dag

...

2020-02-08 13:58 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Róðrarsamband Føroya:

Góður dagur í París í dag.

Sarita Kristina Hansen gjørdist heimsmeistari í bólkinum kvinnur lættvek 30-39 ár.
Fyrsti føroyski rógvarin í dag, var Rúni Joensen í bólkinum menn 60-69 ár. Hann róði hóast darvaður av sjúku í morgun, hann kom á mál við tíðini 7.44.2.
Elsa Magnussen kom á einum fimta plássi við tíðini 7.10.6, í bólkinum kvinnur 30-39 ár.
Bergur Robert Dam Jensen á einum sætta plássi við tíðini 6.36.5 í bólkinum menn lættvekt 30-39 ár.
Og Brandur Kjølbro á einum sætta plássi við tíðini 6.11.7 í bólkinum Juniors 17-18 ár.
Dánjal Martin Hoffgaard er tíverri ikki við í ferðalagnum vegna sjúku.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder