Politikkur

Góði Rani, góði Erhard og góða Elsa!

...

2013-11-05 03:41 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Eg sendi tykkum nakrar viðmerkingar í sambandi við kjaksendingina ??? ??-beinleiðis ???, sum varð send á portal.fo. h. 1. novembur. Tað er gott, at tit luttaka í samfelagskjakinum, og skilagott av orðstýraranum at hann ikki blandaði seg,men lata tykkum fáa frið at kjakast.

Viðmerkingar mínar snúgva seg um brotið, har eg og mínar hugsanir ( ella rættari sagt, mínar ikkihugsanir, um nakað eitur so ) verða viðgjørdar. Tað eg meini er, at eg av Elsu varð lagdur undir bæði líkt og ólíkt, m.a. sagdur at hava sagt slíkt, sum eg aldrin havi tikið uppá tungu ella kundi funnið uppá. Eg komi við hesari rættleiðing, í vón um at onkur tekur hana til sín, lærir av henni, og verða meira varðin at koma við pástandum, uttan fyrst at hava tryggjað sær, at hesir eru sannir.

Eg varð av Elsu sagdur at siga, at homosexuell eru sjúk. Hetta er skeivt! Eg havi ongantíð sagt so, tvørturímóti! Eg havi ferð eftir ferð sagt tað mótsatta, at tey ikki eru sjúk, og eg havi meira enn einaferð rætta persónar, sum hava sagt, at hesi eru sjúk og víst á, at so er ikki! Tað er veruliga sárt at verða lagdur undir slíkt, sum tú ert ósekur í!

Harnæst vórðu svar míni í greinini, sum stóð í danska blaðnum ??? Informatión ???, viðgjørd. Og her endurgav Elsa meg fleiri ferðir fyri at siga, at tey homosexuellu draga sjúkur, sjálvmorð, druk v.m eftir sær. Hatta havi eg aldrin sagt. Orðarætt svaraði eg einum spurningi frá journalistinum, har hon spyr, um: ..??? homoseksualitet bør være strafbart eller bør man eksempelvis hjælpe dem til at komme på "rette vej "? ???. Svar mítt var fylgjandi:

???.. ??? hagtøl, ið siga frá lívsdygd teirra, ið liva sum homosexuell, eru bæði ræðandi og syrgilig. Lív teirra, ið av Skaparanum var ætlað trygt og friðfult saman við Honum, ber eftir sær eina slóð av vónloysi, uppgevan og misbrúki. Sammett við tey, ið liva lív sítt sambært náttúruni, er bæði misnýtslan av rúsdrekka, rúsandi evnum og sjálvmorðsroyndir í hesum bólki tvífaldað. Vónloysi sermerkir hesi tøl, og tað av góðum grundum, tað kann ikki vera øðrvísi, tá tú livir eitt lív, ið tú ikki er skaptur at liva ???.....

og eg gjørdi greitt, sum tit síggja í framhaldandi svarinum niðanfyri, at vit eiga at hjálpa teimum:

..... ??? eg havi áður sagt frá manni, eg møtti í havnargøtum eitt kvøldið. Hann kom til mín og bað og bønaði um at fáa møguleika at koma til viðgerðar fyri homosexuellu tráanir sínar- tí, sum hann segði: eg orki ikki hetta lívið, eg stríðist við! Hjá honum var tað byrjað við ljótum misbrúki, av homosexuellum manni, í barnaárum.

Hjálpa vit hesum manni við at straffa hann ella við at normalisera tað ónormala, klappa honum á herðarnar og siga- hatta gongur nokk, tú ert skaptur soleiðis, lat okkum bara kalla tað normalt, hatta, tú stríðist við? Nei, tvørturímóti. Tað vildi verið at svikið hann, og slept honum uppá fjall, at latið hann staðið einsamallan við trupulleika sínum. Eitt viðgerðarstað, merkt av kærleika Guds, har grøðandi armar Frelsarans virka, vildi sett hendan, og mong við honum, í tað frælsi, sum tey kanska bert hava hoyrt onnur tosa um.

Hesi, sum eru komin út í frælsið, finna vit í dag runt alla heimin. Fylt av samkenslu og trúgv virka tey fyri at veita hjálp sína, og vónandi kunnu líðandi føroyingar skjótt uppliva virki teirra.

Ein teirra hoyrdu og lósu vit jú um í fjølmiðlum okkara fyri stuttum, ungur føroyingur, sum trúði, og royndi at prógva, at hann var skaptur homosexuellur. Men so møttust Frelsarin og hann, og alt broyttist ???.....

Hasi vórðu orð míni! Orðingina í Informatión eigur journalisturin fult og heilt, hon bjóðaði mær at svara á føroyskum, umskrivaði síðan míni orð til danskt, og umskriving hennara svarar ikki til tað, eg skrivaði! Tað kann ein og hvør, sum dugir danskt og føroyskt, síggja. Tað skiltu føroysku journalistarnir eisini, at ein onnur seinni lat seg misbrúka av føroyska LGBT, er hennara skomm.

Sum tit síggja, er svar mítt als ikki eitt álop á homosexuell, men ein staðfesting av at teimum tørvar hjálp, og at vita eiga at veita teimum hjálp. Onki í mær kundi funnið uppá at lopið á onnur menniskju, heldur ikki tey, sum hava valt at liva sum homosexuell.

Omaná hetta kemur so veruleikin, at tey hagtøl og tær kanningar, sum eg vísti og vísi til, eru fult almenn og verða brúkt av m.ø. LGBT runt allan heim. Tey, politikarar og vísindafólk í øðrum londum og eg í Føroyum, vísa á somu tøl. Vit gera tað øll, fyri at fáa tann ræðuliga veruleikan fram, at tey, sum liva sum homosexuell, hava eitt framúr vánaligt lív og framúr vánalig útlit, og tí má okkurt gerast. Meðan eg og mong, mong onnur meta, at vit mugu fara aktivt inn fyri at hjálpa teimum, so brúka onnur, m.a. ein partur av LGBT, præcis somu hagtøl og kanningar sum grundarlag fyri at krevja lógarbroytingar.

Sum tit síggja, so svari eg nøkrum spurningum, sum eg fekk sendandi frá einum journalisti. Talan er ikki um, at eg óbiðin fari út at viðgera homosexualitet, og heldur ikki leggist eg á hesi, men vísi tvørturímóti á, at vit mugu hjálpa teimum. At journalisturin eftir øllum at døma ikki megnar at forða fordómum sínum at snara svarum mínum, er hennara skomm, ikki mín. Og tað er eisini ósatt, at eg góðkendi grein hennara, áðrenn hon sendi hana til ??? Informatión ???.

Samanumtikið farið eg enn einaferð at biðja um, at ansað verður eftir, hvat sagt verður um onnur og serliga, at man tryggjar sær, at tað, ið sagt verður, er satt. Tí tað er ikki vist, at tann næsti, sum kanska verður lagdur undir at siga ella skriva slíkt, sum hann ikki hevur sagt ella skrivað, letur hetta um seg ganga og er so lagaligur og hjálpsamur, sum eg velji at vera.

??ll góðynski annars til tykkum trý,

Jenis

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder