Ítróttur

Góð byrjan uppá 2018

...

2018-01-16 22:25 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

07Vestur:

Í fyrsta venjingardysti okkara vunnu vit heili 4-1 á EB/Streymi á Eiði. Hálvleikstøðan varð 1-0 til okkum, men kanska ikki heilt uppiborið. Tó kann eingin mótmæla endaliga úrslitinum. Málskjúttar okkara vórðu Sølvi, Gilli, Jón og Janus.

Væl var ruddað á Hólmanum í dag, so umstøðurnar at spæla, undir góðu ljósunum, vóru avbera góðar, hóast tað var kalt. Nakað er sjálvsagt eftir at gera, bæði inni í húsinum og rundan um vøllin, men, tá alt stendur liðugt, eiga eiðismenn og sundalagsfólk við, ein sanna perlu av einum stadion.

Heimaliðið byrjaði best, og vit høvdu nokk at gera við at royna at steðga mongu álopunum, ið skolaðu oman yvir verju okkara. Tað gjørdist tó ikki serliga vandamikið, og Ivan hevði ikki stórvegis at gera í málinum.

Brádliga, sum so ofta í fótbólti, kom so mál í hinum endanum. Ken fekk ein bólt miðskeiðis á teirra hálvu og trekti oman í vinstru síðu. Hann legði flatt innfyri til Sølva, sum fekk skot á. Málverjin átti kanska at hildi, men tað gjørdi hann ikki, og bólturin hoppaði inn um málstrikuna til 1-0 til okkum.

Hetta var í 27. minutti, og, stutta løtu seinni, hevði heimaliðið sín einasta veruliga møguleika í fyrra hálvleiki. Eftir innlegg kom ein at standa væl innarliga í brotsteiginum og skallaði, men Ivan helt, hóast fleiri sóu hann í netinum.

Einar 5 minuttir fyri hálvleik, kom Martin, sum spældi í álopinum saman við Ken, framvið í høgru og legði flatt inn móti fremru stong, har Ken kom, men varð júst ov stuttur.

Vit skiftu alt liðið í hálvleikinum, eins og EB/Streymur gjørdi. Eftir mongu skiftini vóru vit greitt sterkara liðið. Vit høvdu nógvar stórar møguleikar, serliga systkinabørnini Gilli Samuelsen og Karl Weihe, abbasynir Magna Thomassen í Sandavági, saman við Jón, Janus og Teiti, gjørdu lívið trupult hjá heimaliðinum.

Málið til 2-0 kom í 12. minutti av øðrum hálvleiki. Janus fekk bóltin einar 15 metrar inni á egnari hálvu. Hann fekk gott pláss og trekti væl inn á hina hálvuna, haðan hann legði ein sera góðan bólt í banan hjá Gilla, sum rann ígjøgnum og, einsamallur við málverjanum, var han ísakaldur og setti bóltin í meskarnar. Flott avrik frá bæði Janus og Gilla.

Um miðjan 2. hálvleik varð 3-0 til okkum. Ndende, sum spældi í miðverjuni, kom nakað niðan á vøllin við bóltinum. Hann spældi ein góðan bólt oman í vinstru til Gilla, sum setti ferð á og legði síðan bóltin inn í brotsteigin til Jón. Jón sneiddi ímillum tveir ella tríggjar og smekkaði bóltin í netið.

Umleið 5 minuttri seinni bleiv tað 4. Janus spældi bóltin við uttari síðu av høgra fóti djúpt í vinstru síðu, har Jón vann ein nærdyst. Jón trekti nakrar metrar og legði so flatt inn í brotsteigin. Vit høvdu fleiri mans klárar, men hesir fingu ikki skot á, men uttanfyri brotsteigin stóð Janus aftur, og hann stýrdi bóltin ísakalt í netið til 4-0 til okkum.

Móti endanum bleiv enn stuttligari í Thomassen leguni, tá Ragnar Weihe kom á vøllin, so tríggir teir fremstu vóru Gilli Samuelsen, og systkinabørnini, brøðurnir Karl og Ragnar Weihe.

5 minuttir fyri hálvleik fekk heimaliðið eitt troystarmál, so endaliga støðan gjørdist 4-1 til okkum.

Liðið, 1. hálvleikur:Ivan Stojkovic; Jóannis á Steig, Niels Mouritsen, Martin Tausen, Fríði S. Joensen; Asbjørn Heðinsson, Tór-Ingar Akselsen, Sølvi Egilsson (Henning S. Joensen, 29.), Høgni E. Nielsen; Martin Fagerberg, Martin H. Dam.

Liðið, 2. hálvleikur:Silas Eyðsteinsson; Hørður Egilsson Ndende, Dann Fróðason, Petur G. Dalbø; Janus S. Samuelsen, Solomon Kwao, Gilli Samuelsen, Teitur Olsen; Jón K. Poulsen (Karl Weihe, 77.), Karl Weihe (Ragnar Weihe, 71.).

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder