Vinna

GLS leiðskuráðstevna í januar

...

2018-11-23 07:01 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Altjóða leiðsluráðstevnan The Global Leadership Summit (GLS) verður hildin í Norðurlandahúsinum 19. og 20. januar 2019.


Endamálið við ráðstevnuni er at geva leiðarum íblástur og amboð til at gerast enn betri leiðarar, har teir eru. Fyrilestrarhaldararnir hava ymiskar viðkomandi vinnuligar og andaligar førleikar, ið á hvør sín hátt kveikja og bjóða einum av.


Í ár verða tveir føroyskir luttakarar við á stevnuni - Tóra við Keldu, ið starvast sum fólkaskúlalærari og er forkvinna í MEGD og Hilda Viderø, ið er stovnari av felagsskapinum Mirjam, sum virkar fyri at hjálpa kvinnum undan fátækadømi í m.a. Liberia.


Tíggju fyrilestrar verða vístir á stórskíggja við m.a. Craig Groeschel, Simon Sinek, Rasmus Ankersen, Danny Meyer og John Maxwell. Hesir verða allir týddir til føroykst.

Fyrireikarnir vænta enn einaferð eitt fult Norðurlandahús og boða frá at hetta er eitt upplagt høvi at fáa ítøkilig leiðsluamboð og at netverka við aðrar leiðarar.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder