Politikkur

Gerhard Lognberg er koyrdur úr Javnaðarflokkinum

...

2013-11-02 20:25 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

7 atkvøður vóru fyri, tríggjar ímóti og ein var blonk, tá Gerhard Lognberg varð koyrdur úr Javnaðarflokkinum

Átta av níggju limafeløgunum høvdu uppskot um at taka limaskapin frá Gerhardi Lognberg.

Gerhard Lognberg sigur við útvarpið, at hann hevur tosað við aðrar floksformenn, men hann hevur enn ikki tikið støðu, hvør næsti politiski leikurin verður.

Kristin Michelsen hevur sagt seg umhugsa sína støðu í Javnaðarflokkinum, nú Gerhard Lognberg er koyrdur úr. Aksel V. Johannesen, formaður, hevur enn ikki frætt, um Kristin Michelsen ætlar sær úr flokkinum ella um hann verður verandi.

Gerhard Lognberg fekk 344 atkvøður á løgtingsvalinum í 2011.

Kelda kvf.fo

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder