2015-08-24 03:50
Eg (Jóanis) var ein biltúr í skýmingini í kvøld norðuri á Oyrargjógv. Komin heim um Háls í Sandavági, sá eg ein mann til gongu - eg steðgaði og bjóðaði honum uppí - "Nei svaraði hann, nú havi eg gingið úr Havn og ætli mær at ganga til hús, eg fór úr Havn kl. 16 í dag og havi gingið eftir Oyggjarvegnum.
Tað var Petur Elias Nielsen úr Sandavági, hann segði seg hava havt ein frálíkan túr, men í Vágatunnlinum var einki serligt at ganga, gongubreytirnar í tunnlinum eru vánaligar í báðum síðum, tó verri í høgru síðu, tá ið man gongur vestureftir.
Petur Elias brúkti 6 tímar úr Havn, til hann var við hús í Sandavági, teinurin liggur um 36-37 km.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald