
Í gjár lat nýggjasta matstovan í Føroyum upp, tá ið nýggja matstovan sum Petur Skeel Nolsøe, saman við monnunum aftanfyri Pizza67 og fyrrverandi eigarunum av Angus eiga lat upp. Sigast má at fólkini handan Geisa hava nógvar royndir innan fyri økið, og tann sum hevur verið longst í matstovuvinnuni er Rúni Djurhuus, hann hevur yvir 20 ára royndir. Fleiri av hinum hava 10-15 ára roynir innan økið.
Geisa er ein nútímans matstova, sum borðreiður við einum múgvandi sjálvtøkuborðið. Á sjálvtøkuborðinum verður hópin av leskiligum kjøti millum 7 og 10 ymiskt sløg, salatum, suppa og annað leskiligt. Ein kokkur sker kjøtið niður til tín.
Umboð fyri JN.fo vóru og royndu nýggju matstovuna í gjár, sum heldur til í stóra bygninginum hjá Havnar Klubba.
Vit fingið orð á Rúna Djurhuus, og setti honum nakrar spurningar:
Hvat er orsøkin til at tit hava opna eina matstovu við sjálvtøkuborðið.
- Tað byrjaði fyri tveimum árum síðani at vit hugsaðu at gera eina matstovu við sjálvtøkuborðið útfrá Angus. Hugsanin var at tað skuldi vera bíligt og kvalitetur. Hølið bleiv so tøkt her, og Pizza67 heldur til í sama bygningi, so tað var upplagt at gera okkurt saman við teimum.
Fleiri av tykkum hava verið partur av Angus, og hevur tað eisini sæð út til at tað hevur koyrt væl, men nú byrjað tit uppá okkurt nýtt.
- Ja Angus hevur koyrt væl, og tað hevur verið ein stór succes. Man kann siga at tað er ein tørvur á bíligum og góðum matstovum. Vit hava nógvar flottar og fínar, men tað var eingin matstova við ordiligum kjøti tá ið hugsa verður um sjálvtøkuborð. So eg haldi hetta liggur til høgra beini.
Tit hava havt nøkur royndarkvøld og hava nú opnað, hvussu hevur móttøkan verið?
- Vit hava havt trý royndarkvøld, har vit hava testa tað við øðrum kokkum, fakfólkið og vanligum fólkum. Fólk hava verið sera jaglig, vit hava kjøt har vit eiga uppskriftirnar sjálvi.
Nú lótu vit upp í gjár og vóru øll borðini umbiðin, og vikuskiftið sær eisini gott út.
At byrja við koma vit at hava opið frá 17:30 til 21:30 mikudag til sunnudag. Seinni er so planurin at hava longri opið. ??lavsøku vikuna koma vit at hava opið alla vikuna frá 17 til 22.
Geisa merkir login av eldi. Orsøkin til navnið er, at grillað kjøt verður snúvningsaksan á matarlepanum.
Vit frá JN.fo kunna bara viðmæla fólkum at royna nýggju matstovuna Geisa. Tað ber til at bíleggja borð áwww.geisa.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald