Vinna

Gass funnið í Pegasus brunninum í Bretlandi

...

2014-09-13 01:12 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Atlantic Petroleum boðar frá, at gass er funnið í Pegasus brunninum í bretska partinum av Norðsjóðnum.

Við støði í kjarnum og øðrum dátum frá brunninum er avgerð tikin um at gera eina útvinsluroynd (drill stem test).

Pegasus brunnurin liggur í sunnara parti av Norðsjógvinum, tætt við framleiðandi gassleiðina Cavendish. Atlantic Petroleum eigur 10%, fyristøðufelag er Centrica Energy sum eigur 55% og Third Energy Offshore eigur 35%.

Ben Arabo, stjóri sigur at vit eru fegin um úrslitið av brunninum og um útvinsluroyndin er positiv kann talan gerast um rakstrarvert fund.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder