Vinna

Gamalt uppskot spøkir aftur - Flogoyggj á Tangafirði

...

2014-10-10 03:57 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Í dag var stór framløga um Flogoyggj á Tangafirði, nógv fólk høvdu leitað sær niðan á Hotel Føroyar á síggja og hoyra spennandi framløguna um Flogoyggj á Tangafirði, Men uppskotið er gamalt - tí fyri einum 20-25 árum síðan var eisini talan um at gera flogvøll á Flesjunum.

Samlaði kostnaðurin av projektinum er mettur til 5,6 milliardir,

??? Fyrsta stig fevnir um tann stóra vøllin upp á 3.300 metrar, terminaløki við minni terminali 7.000 m², verkstaðsbygning og tilhoyrandi parkering og uppkoyring frá tunnli til flogvøllin.

Mettur kostnaður 2,4 mia. krónur.

??? Annað stig fevnir um tann minna vøllin upp á 2.500 metrar, størri terminal + 10.000 m², størri parkering, verkstaðsbygningur og byrjan upp á havnarbygging.

??? Mettur kostnaður 2,0 mia. krónur.

??? Triðja stig fevnir um størri havnarbygging, størri terminal, størri verkstaðsbygging, størri parkering.

??? Mettur kostnaður 1.2 mia. krónur.

??ll framløgan virkaði í mínum (Jóanis) hugaheimi eitt sindur popput og háfloygd, fólk tóktust at halda, at vit eru ella gerast heimsins nalvi - m.a. var framført, at flogfør møguliga komu hendanvegin at bunkra.

Spennandi verður komandi dagarnar at fylgja skrivingini og prátinum um eina nýggja oyggj á Tangafirði, sum eftir teirra egnu metan er mett at kosta 5,6 milliardir.

Sí myndir niðanfyri frá fundinum í dag.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder