Vinna

Gadus siglir heim við 660 tonsum av flaki

...

2014-11-10 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Portal.fo skrivar: Flakatrolarin Gadus er áveg heim úr Barentshavinum við 660 tons av flaki. Gadus fór til fiskiskap tann 21. august.

Portalurin ringdi umborð í morgun, og spurdi hvussu tað hevur gingið við fiskiskapinum hendan túrin.

- Fiskiskapurin hevur verið hampiligur, tað var smáligt eina tíð, men serliga tann síðsta vikan hevur verið góð. Vit fóru til fiskiskap tann 21.august so talan er um ein langan túr hesaferð, sigur skiparin.

Gadus verður á Klaksvík í annaðkvøld, og tá ið veiðan er løgd upp fara teir aftur til fiskiskap í Barentshavinum.

Vit spurdu um fleiri onnur skip hava roynt á leiðini har Gadus hevur fiskað, men upplýst varð, at teir hava so at siga verið einsamallir á leiðini allan túrin.

- Tað vóru eini tvey íslendsk skip her á leiðini, men teir fóru heim tá ið vit høvdu verið her í góðar tríggjar vikur.

Tað eru 32 mans við Gadus hendan túrin.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder