Vinna

Fyrstu føroysku fyritøkurnar undangóðkendar

...

2014-08-18 17:00 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Fyrstu føroysku byggifyritøkurnar eru nú vorðnar undangóðkendar til at seta fólk úr ES-londum í starv. Lógin um smidligari reglur fyri ES-arbeiðsmegi kom í gildi 1. juli, og gevur hon møguleika fyri, at fyritøkur kunnu verða undangóðkendar til at seta faklærda arbeiðsmegi úr ES-londum í starv uttan at søkjast skal um arbeiðs- og uppihaldsloyvi fyrst. Skipanin er galdandi, tá arbeiðsloysi í Føroyum kemur undir 3,5%. Tó kunnu byggifyritøkur nýta smidligu skipanina, tá arbeiðsloysið er undir 6%.

Tørvurin á faklærdari arbeiðmegi er stórur, eisini í øðrum norðanlondum. Í Danmark er arbeiðsloysið innan byggivinnuna t.d. tað lægsta síðan kreppuna, og í hinum norðanlondum er eisini tørvur á faklærdari arbeiðsmegi. Tað hevur tí stóran týdning fyri føroyskar fyritøkur at kunna seta arbeiðsmegi úr ES-londum í starv á smidligari hátt enn áður.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder