Ítróttur

Fyrstu føroyameistararnir funnir

...

2018-03-12 18:45 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Hondbóltsárið 2017/18 er farið at halla og um vikuskiftið vórðu fyrstu FM-vinnararnir funnir í ungdómsdeildunum.

Gentur 10 hjá VÍF kunnu longu kalla seg føroyameistarar, hóast kappingarárið fyri teirra viðkomandi ikki endar fyrr enn 24. mars. Genturnar úr Vestmanna hava fult stigatal eftir 21 dystir og eru seks stig frammanfyri Kyndil á øðrum plássi.

H71 er føroyameistari hjá gentum 18 við bara einum mistum stigi hetta kappingarárið. Gentur 18-bólkurin, sum í ár hevur verið skipaður sum ein dagskapping við fleiri dystum upp á ein dag, spældi seinastu kappingina leygardagin.

Fyrstu føroyameistararnir vunnu eisini Faxe Kondi-kappingina og eru harvið greipuvinnarar.

FM-vinnararnir í hinum ungdómsdeildunum verða funnir 24. mars og 7. apríl.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder