Ítróttur

Fyrrverandi borgmeistarin í Havn svam til Nólsoyar

...

2021-08-16 08:17 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Annika Olsen skrivar á Facebook:

Í nógv ár havi eg droymt um at svimja um fjørðin til Nólsoynna, og i dag bleiv tað so veruleiki. Hóast gamal svimjari, so er havið ókent fyri meg. Mikudagin tók eg avgerð at svimja yvirum. Við góðari hjálp frá Erlendur Simonsen fekk eg bát úr Nólsoy at fylga mær og køna skiparan, Búgva Jacobsen, sum stýrdi bátinum. Hetta er ein treyt fyri trygdina yvirum fjørðin. I dag var eg einsamøll kvinna saman við 10 monnum. Tey, sum hava svomið teinin fleiri ferðir siga at óvanliga tætt var imillum svimjararnar, bert 15. min millum tann fyrsta og nr 11. Teinurin eg svam var á leið 7 km og tók 1.35 min. Eg eri so ómetaliga takksom fyri túrin og dagin og serliga at eg vann á óttanum at svimja i opnum havi og øllum ti ókenda, sum kann vera har. Takk øll somul fyri ein ógloymandi dag, og til tykkum, sum gjørdu at hetta bar til❤️????????

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder