Kári P. Højgaard,løgtingsmaður setur Poul Michelsen, landsstýrismanni munnligan fyrispurning í tinginum.
Fyrispurningur um menningarætlan fyri útjaðaran.
Fyrispurningur:
1)Hvørjar ætlanir eru frá landspolitiskari síðu, at gera tað liviligari hjá fólki, sum eru búsitandi í útjaðaranum?
2)Sær landsstýrismaðurin nakran vanda í, at avbygdarfólk og útlendingar keypa jørð og hús í útjaðaranum?
3)Er umhugsað at gera eina felags skipan fyri ferðavinnuna, sum kann góðskriva teimum bygdum, høvum, oyggjum og plássum part av inntøkunum, har ferðavinnan leitar til í stórum tali?
Viðmerkingar:
Í miðlunum er spurningurin reistur, um tað er rætt at útlendingar kunnu keypa sethúsaognir og jørð í Føroyum.
??toyggjafelagið hevur víst á vandan, at útlendingar og avbygdarfólk keypa hús og jarðarognir. Hesi frítíðarhúsini standa tóm mesta partin av árinum. Veitingarskyldan liggur hjá smáu útjaðara-kommununum, menskattakrónurnar falla í bústaðarkommununum. At hetta kann gerast ein tung byrða, hevur borgarstjórin í Skúgvi greitt víst á.
Í stóran mun hevur ferðavinnan verið inntøkukelda hjá miðstaðarøkinum. Her eru gistingarmøguleikarnar, hagani verða útferðir gjørdar til ymisk ferðamál sum t.d. Mykines, undir Vestmannabjørgini, til Gjáar, Saksunar, Kalsoynna og Kirkjubø fyri at nevna nakrar.
Tað sum argar eina mest eru stóru bussarnir, sum koma til eina bygd ella vitja áhugaverd ferðamál. Sum oftast hava tey matpakka við, og eru toilettviðurskiftini í lagi, er hetta tað einasta sum liggur eftir, tá ferðafólkini aftur fara av bygdini.
Tað mátti borið til at ein prosent partur ella eitt krónutal bleiv oyramerkt til tey støðini, har ferðafólk leita. Serliga útjaðarin hevur brúk fyri at fáa sín part av ágóðanum, sum ferðavinnan gevur samfelagnum. Hon kundi í størri mun verið við til at skapt nøkur arbeiðspláss hjá fólkinum ið búleikast her.
Á Føroya Løgtingi, tann 12. februar 2019
Kári P. Højgaard,
Løgtingsmaður
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald