Ítróttur

FYRIREIKA SEG TIL EM-UNDANKAPPING

...

2020-05-19 13:49 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Av tí at menningarkappingin og NM eru avlýst, skal U17-landsliðið við dreingjum bara til eina veruliga kapping í ár, sum er EM-undankappingini í Turkalandi í oktober


??? Hetta landsliðsárið gjørdist ikki akkurát soleiðis sum vit høvdu ætlað. Men nú ræður um at hyggja fram eftir og vóna, at EM-undankappingin verður, sigur venjarin hjá U17-landsliðnum við dreingjum, Rasmus Nolsøe við heimasíðuna hjá FSF.

Eftir ætlan skuldi føroyska U17-landsliðið við dreingjum taka lut í trimum altjóða kappingum í 2020. Men soleiðis bleiv kortini ikki. Fyrst varð UEFA menningarkappingini, sum skuldi verða í Andorra í apríl, avlýst, og nú er greitt, at einki NM verður í ár. Sostatt er tað bara EM-undankappingin í oktober ??? fyribils í øllum føri ??? sum framvegis stendur á skránni.

Og tað eru júst fyrireikingarnar til hesa kapping, ið spælarar og venjarar nú eru farnir undir. Mánadagin var venjing í Miðvági, og eftir ætlan verða regluligar venjingar kring alt landið fram til EM-undankappingini í Turkalandi, har føroyska liðið eisini skal spæla móti Russlandi og Gibraltar.

??? Nú ræður um at vit fyrireika okkum so væl sum gjørligt, tí hetta er rættuliga sterk mótstøðu, sum vit skulu spæla ímóti, sigur Rasmus Nolsøe.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder