Mentan

Fyrilestur um islam

...

2021-01-27 14:56 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

Bókasavnið í Sørvági skipar hóskvøldið, 28. januar kl. 19 fyri fyrilestri um islam í Marghøllini. Tá fer Erhard Jacobsen at halda fyrilestur, sum hann kallar Heimurin, Islam og Føroyar.

Í fyrilestrinum verður greitt frá søguni hjá islam seinastu 1400 árini og um støðuna í londunum í Miðeystri fyrr og nú.
Hitt sonevnda arabiska várið verður eisini umrøtt.
Harða stríðið í Miðeystri hevur seinastu árini ført til yvirgang í vesturheiminum og aðrastaðnis og til økta tilflyting av muslimum til Europa. Og hetta hevur síðan havt við sær politiskar rembingar í Europa.
Í fyrilestrinum verður eisini komið inn spurningin um integratión, og um islam er ein forðing fyri integratión. Og so verður føroyska og útlendska islamkjakið umrøtt.
Høvi verður at seta spurningar.
Fyrilesturin er almennur.
Almennu koronatilmælini verða fylgd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder