Ítróttur

FSF Varpið: Her eru øll málini

...

2019-04-14 11:48 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

FSF: Mikukvøldið varð 1. umfar í kappingini um Løgmanssteypið á skránni. Her ber til at síggja øll málini, sum vórðu skoraði í teimum átta dystunum.

Ikki færri enn 38 mál vórðu skoraði í teimum átta dystunum í 1. umfari í kappingini um Løgmanssteypið, sum varð spælt farna mikukvøld.

Og tað er nokk ikki at taka munnin ov fullan tá sagt verður, at í onkrum føri var talan um sannar perlur. Millum annað seinna málið hjá Árna Frederiksberg fyri B36 ímóti 07 Vestur.

Fjórðingsfinalurnar í steypakappingini hjá monnum verða spældar 2. Páskadag, mánadagin 22. apríl. Tá verður spælt soleiðis: Víkingur ??? B68, HB ??? B71, Skála ??? TB og B36 ??? KÍ.

Í FSF Varpinum ber til at síggja øll málini frá 1. umfari.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder