??????????????????

Seinastu dagarnar hevur føroyska U15-landsliðið við gentum verið í Slovenia, har liðið hevur spælt tveir venjingardystir.

Fyrri dysturin varð spældur týsdagin, og tá gjørdist úrslitið 2-1 til slovensku genturnar, eftir at Føroyar annars vóru á odda í hálvleikinum. Malskjútti var Eydna Olsen Dalheim.

Seinni venjingardysturin bleiv spældur í gjár, hósdagin, og hesaferð endaði tað 4-2 til Slovenia, eftir at Føroyar vóru á odda bæði 1-0 og 2-1. Málini gjørdu Brá Zachariasdóttir og Eydna Olsen Dalheim.

??? Tað er einki at ivast í, at vit hava fingið nógv burturúr, og tað er nógv, ið okkara gentur kunnu taka við sær eftir sovorðnar uppgávur. Í avgerandi løtum eru vit kanska ikki nóg neyvar, og tað er millum annað tað, ið vit kunnu læra í hesum dystunum, sigur venjarin, Sigtor Petersen, við heimasíðuna hjá FSF.

Eydna Olsen Dalheim og Brá Zachariasardóttir ??? Mynd: www.FSF.fo