Ítróttur

Fríkast: 50 dopingroyndir um árið

...

2018-01-23 23:03 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

HSF: Í desember fór Anti Doping Føroyar undir egið eftirlit av føroyskum ítróttafólki. Frammanundan hevur verið neyðugt at fáa umboð úr Danmark til Føroya at gera eftirlitið, men tað er ikki neyðugt meira, tí nú hava fimm føroyingar loyvi at gera sokallaðu dopingroyndirnar.

Av somu orsøk verður nú møguleiki at herða eftirlitið og ætlanin er at gera 50 dopingroyndir um árið.

Í Fríkasti hesaferð greiðir Jarvin Feilberg Hansen, formaður í Anti Doping Føroya m.a. frá, hvussu fyrsta tíðin hevur hildnast og hvussu ítróttafólkini verða vald út.

Fyri at fáa meira at vita um doping, kanst tú fara inn á heimasíðuna hjá Anti Doping Danmark www.antidoping.dk. Har finnur tú eisini dagførda listan yvir heilivág, ið ikki er loyvdur.

Doping og antidoping er altíð tín egna ábyrgd.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder