Ítróttur

Fríði brotið hondina

...

2018-01-12 22:53 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Aftur ein skaði hendi í seinna dystinum hjá Føroyum í HM-undankappingini í Italia. Hesaferð var tað Fríði Weyhe, sum fekk skaða í vinstru hond í dystinum móti Rumenia.

???Eg fór í eina takling og mótspælarin læsti armin hjá mær fastan inn at kroppinum hjá sær. Mín fingur bleiv fastur í blusuni hjá honum, tá eg royndi at slíta meg leysan. Eg føldi beinanvegin, at okkurt var galið, greiðir Fríði Weyhe frá.

Kollfirðingurin hevur verið á skaðastovuni í kvøld, har røntgenmyndir vístu, at hann hevur brotið eitt bein í hondini. Fríði fer ikki at spæla hondbólt í fýra vikur.

Í dystinum í gjár móti Ukraina, breyt Helgi Hoydal eitt bein í fótinum og hevur fingið boð um at binda frið í tveir mánaðir.

Hópurin hjá Føroyum, sum var 16 mans, er nú minkaður niður í 14 mans til dystin í annaðkvøld móti Italia.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder