Ítróttur

Frederik fekk heilaskjálvta

...

2020-05-17 14:38 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Móti dystarenda í gjár í dystinum millum TB og KÍ fekk málverjin hjá TB, Frederik Mehder, fótin frá KÍ spælarinum Jóannes Danielsen í høvdið og kom hann at liggja leingi á vøllinum.

Frederik spældi síðani restina av dystinum. Løtu eftir at dómarin hevði bríkslað dystin av, sást at fleiri fólk runnu yvir til TB málverjan, og sendu boð eftir læknahjálp.

Sjúkrabilur kom á staðið og flutti Frederik á Suðuroyar Sjúkrahús. Frederik fekk staðfest heilaskjálvta, men hann er útskrivaður av sjúkrahúsinum í dag.

Frederik hevur tað gott eftir umstøðunum, men minnist einki frá dystinum í gjár.

Sí myndir frá dystinum her.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder