Tað figurativa og abstrakta landslagið
Nú samfelagið so smátt er við at finna seg sjálvt aftur, letur Finleif Mortensen hósdagin 7. mai upp listaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík.
At tað er Korona kreppa sæst ikki aftur á málningunum sum verða sýndir fram í Smiðjuni, heldur eru tað teir ljósu og glaðu litirnar sum lyfta sinnið upp. Mær dámar ikki at mála daprar málningar tað skal vera litfagurt, sigur Finleif, sum eftirhondini hevur nógv ár á baki sum listamaður.
Bláu og grønu litirnar hava verið eyðkendir í hansara myndum, men nú hava eisini sterkt gulir og ljósareyðir litir fingið størri og størri pláss á løriftinum. ??traditionellir litir, sum bróta við vanligu litsamansetingina.
Framsýningin hevur fingið heitið "Tað abstrakta og figurativa landslagið".
Teir abstraktu málningarnar byggja á nattúruupplivingar, endurgivnar sum ein litrík og sansalig uppliving meðan teir meira siðbundnu við mynda evnum so sum Havnin, Bøur, Kvívík ella Mikladalur, eru ein nærri endurgeving av tí sædda men á ein einfaldan hátt uttan smálutir, har tað heldur er litur og formur sum hevur størri tídning.
Finleif Mortensen hevur havt nógvar listaframsýningar ymsastaðni í Føroyum. Eisini hevur hann sýnt fram í Íslandi og Danmark. Umframt at vera listamálari hevur Finleif í fleiri ár undirvíst í málningalist á kvøldskúla.
Tað eru umleið 30 olju málningar og nøkur prent við á framsýningini sum letur upp hósdagin 7. mai kl. 16 Framsýningin er opin til og við týsdagin 12. mai. Hósdagin er opið frá kl. 16-20 og hinar dagarnar kl 14.00 -19.00
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald