Vinna

Framleiðsluleiðari til HDYGD

...

2015-06-09 20:54 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Av tí at verandi framleiðsluleiðari fer í annað starv, leitað vit eftur dygdargóðum fólki at leiða framleiðsluna av timbur- og træ/alu vindeygum á Vatnsoyrum.

Hesir eru tínir eginleikar:

??? Tú hevur góð evnir at skipa dagin í eini framleiðslu

??? Ert sjálvstøðug/ur og dugir væl at samstarva

??? Teldukunnleika á brúkarastigið

??? Livur upp til virðini á HDYGD

Virðir okkara eru:
??? Serkunnleiki okkara tryggjar kundanum bestu dygdina

??? Samskifti skal verða greitt og álitisvekjandi

??? Røttu starvsfólkini og nøgdir kundar eru grundarlagið undir øllum okkara virksemi

Tann, ið settur verður, kemur at verða beinleiðis partur av leiðslutoyminum á HDYGD.

Ynskiligt er at viðkomandi kann byrja skjótast til ber.

Løn sambært avtalu.

Umsókn við viðkomandi viðmælum skula sendast til stjóran Jóhan á Mýrini á teldupost [email protected] innan 16. juni.

Eru spurningar ber til at ringja til Jóhan á telefon 29 00 00.

HDYGD er størsti framleiðari og veitari av vindeygum og hurðum í Føroyum og umfatar framleiðslan timbur, træ/alu og plast. Í løtuni starvast 40 fólk á HDYGD.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder