Vinna

Framhaldandi vøkstur á flogvøllinum

...

2014-09-02 18:11 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

29.863 ferðafólk komu og fóru umvegis Vága Floghavn í august. Tað er ein framgongd á 7,5% í mun til august 2013.

Hetta merkir, at higartil í ár hava 179.030 ferðast umvegis Vága Floghavn. Somu tíð í 2013 høvdu 166.226 ferðafólk brúkt Vága Floghavn sum sítt portur til umheimin.

- Vága Floghavn fegnast um vøksturin í ferðafólkatalinum. Eisini sær út til at ferðafólkini hava tikið sera væl ímóti nýggja tollfría handlinum, Duty Free FAE og nýggju matstovunum hjá Gist & Vist, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri í Vága Floghavn.

Oljuflúgvingin hevur eydnast sera væl og sera fáar seinkingar hava verið fyri veður.

Tað gongur eisini nógv betur at fáa flogførini avstað til tíðina, tí ferðafólk koma skjótari ígjøgnum trygdargeiran.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder