Vinna

Fram kemur á Tvøroyri við góðum 400 tonsum

...

2014-08-13 01:31 Author image
Jóanis Nielsen
placeholder

 Fram fór at sigla inn av feltinum norðanfyri tíðliga í morgun. Fram hevur góð 400 tons, sum teir hava fiskað saman við Niels Paula. - Niels Pauli trolar nú saman við Steintór.

Fram skal landa á Tvøroyri, teir verða inni um 22-tíðina í kvøld. Í løtuni landar Tummas T á Tvøroyri, teir verða liðnir at landa kl. 1 í nátt og tá sleppir Fram framat.

Myndirnar hevur Reidar Simonsen tikið, nú Fram kom á Tvøroyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder