2014-05-25 16:08
Partrolarin Fram, ið varð seldur til Klaksvíkar fyri tíð síðan hevur nú fingið nýtt navn.
Skipið er skrásett við nýggja navninum í dag, og fær skipið navnið Skoraberg. Skipið fer framvegis at hava heimstað í Klaksvík.
Grundin til, at Fram nú skiftir navn er, at Tummas Chrisophersen saman við øðrum hevur keypt skotska trolaran Havilah fyri Gullberg, ið sakk í fjør, og tað Havilah skal hava navnið, sum hevur verið heimahoyrandi í Vestmanna í mong ár.
Kelda; skipini.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald