Klokkan 6.30 í morgin leggja 5 mans og ein kvinna til brots úr Hósvík og svimja til Selatrað, síðan verður farið uppá súkklurnar og súkklað verður til Gásadals, har runnið verður Føroya vakrasta hálv-marathon úr Gásadali til Sandavágs.
Hetta er ikki ein ???kapping??? í sjálvum sær, men ein roynd at vita hvussu væl hesin teinurin riggar at gera ein hálvan Ironman saman við Føroya vakrasta hálvmarathon, og vónandi lukkast hetta so væl, at vit koma at endurtaka tiltakið næsta ár og fáa tað til ein fastan part av Føroya vakrasta hálv-marathon.
Teinurin, ið er eitt hugskot hjá Jákup Petur Eliassen, er ein fantastiskur teinur, har eru ikki so nógvar brekkur og tunnlarnir eru góðir at súkkla ígjøgnum. Tað besta við hesum teininum er tað, at íðkarirnir av hálva Ironmanninum fáar enn arðar at renna saman við.
Byrja verður sum sagt kl. 630 í Hósvík og vit súkkla gjøgnum Gásadalstunnilinuml. kl. 1120, grunda á trygdina við nógvum rennarum í tunnlinum. Vit verða uml. 30-40 minuttir aftanfyri rennararnar. Ironmennirnir vanta at koma á mál millum kl. 1300 og 1400.
Tey,ið koma at gera hálvu Ironmaneru.
Sarah Vallin
Peter Jensen
Jákup Petur Eliassen
Torleif Thorleifsson
Janus Tummas Olsen
Jens Mortan Rasmussen
HálvurIronman er 1900m svimjing+ 90km súkkling+ 21km renning
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald