Ítróttur

Frá Vága Dartfelag

...

2018-09-04 09:14 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Venjingarnar hjá Vága Dartelag byrja nú aftur eftir ein summarsteðg. Mikukvøldið 5. september kl 19-21 er eitt tiltak ætlað nýbyrjarum.

Kom og royn teg, øll kunnu vera við, ung og gomul, menn og kvinnur, tað eru næstan ongar avmarkingar fyri, hvør kann blíva ein góður dartspælari. Tað einasta ið krevst, er hugurin at spæla.

Mikukvøldið verður møguligt at kasta nakrar pílar og vita, um hetta er nakað, ið hevur áhuga. Ikki er neyðugt at eiga pílar, teir kunnu lánast á staðum. Tað er heldur ikki neyðugt at hava kastað fyrr, tí spælarar frá VDF vera á staðnum og geva vegleiðing.

Vága Dartfelag heldur til í Bygdarhúsinum í Miðvági, sama inngongd sum Vágskot.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder