Starvsnevndin hjá FSF hevur tikið avgerð um at allar fótbóltskappingar í Føroyum næstu tvær vikurnar verða útsettar
Eftir nýggjastu tilráðingina frá heilsumyndugleikunum í morgun (red. 12. mars 2020) hevur Fótbóltssamband Føroya tikið avgerð um, at ongir dystir í kappingunum, fyriskipaðar av FSF, verða spældir næstu tvær vikurnar.
??? Vit fylgja ÍSF og heilsutilráðingunum, sum frámæla at dystir og kappingar verða fyriskipaðar komandi tvær vikurnar. Somuleiðis hava vit í FSF gjørt av at avlýsa allar landsliðs- og úrvalsvenjingar umframt venjaraskeið í tíðarskeiðnum, sigur Christian Andresen, forseti í Fótbóltssambandi Føroya.
Dystirnir hjá A-landsliðnum móti Danmark og Andorra seinast í mars, og U21 dystirnir móti Spania og Montenegro, verða helst eisini útsettir.
??? UEFA fyriskipar kappingarnar hjá okkara landsliðum, og tí er tað formelt UEFA, sum skal útseta hesar dystir. Vit hava tó verið í samband við UEFA og væntandi kemur nærri kunning frá teimum fyrst í komandi viku um ávirkanina, ið coronasmittan hevur á landsliðsfótbólt í Evropa, sigur FSF-forsetin.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald