Ítróttur

Fótbólturin fór á rull í gjár

...

2020-05-10 14:06 Author image
Jóanis Albert Nielsen
placeholder

Í gjár fór besta deildin í fótbólti hjá monnum aftur í gongd - Betri deildin. Tað var tann 26. oktober í fjør at FM skuldi avgerðast í Gundadali tá ið KÍ var á vitjan hjá B36, og vann KÍ tann dystin og blivu tí Føroyameistarar í fjør, nú 196 dagar seinni skuldi so liðini møtast aftur í 1. umfari í Betri-deildini 2020. 

Tá leiktu liðini fyri umleið 5.000 áskoðarum, men vegna Korona er avgjørt at eingir áskoðarar sleppa til dystirnar fyribils.

B36 avgjørdi dystin í teimum seinastu minuttunum av dystinum, tá ið fyrst Sebastian Pingel legði B36 á odda 0-1 í 82'inda minutti, og Meinhard Olsen økti um munin til 0-2 í yvirtíðini. 

Á Skála tók Skála ímóti ÍF, og vann ÍF dystin 1-2. Uros Stojanov fekk bæði málini fyri ÍF, tað fyrra í 21. min., og tað seinna í 56. min. Poul Kallsberg minkaði um munin fyri Skála í 83. min.

Í Gundadali møttust HB og EB/Streymur. HB vann dystin 1-0 eftir einari frísparkperlu frá Adrian Justinussen í 26. min.

Størsta sigurin í gjár fekk NSÍ tá ið teir vunnu 3-1 á TB. Aron Knudsen legði NSÍ á odda eftir 8. min. Klæmint Olsen økti um munin eftir 24. min. Betuel Hansen skoraði til 3-0 eftir 86. min. Rógvi Joensen minkaði um munin fyri TB í yvirtíðini.

Mest óvænta úrslitini í ársins 1. umfari fekk AB, tá ið teir leiktu málleysan javnleik ímóti Víkingi á Argjum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder