2020-03-23 19:07
FSF: Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya hevur avgjørt, at fyribils verða allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, útsettar
Í samráð við heilsumyndugleikarnar, hevur Kappingarnevndin í Fótbóltssambandi Føroya tikið avgerð um, at allar kappingar, fyriskipaðar av FSF í apríl mánað, fyribils eru útsettar.
Sostatt verða ongir dystir í lands- og steykappingunum spældir áðrenn 1. mai 2020. Hetta er galdandi fyri bæði vaksnamanna- og barnafótbólt.
Kappingarnevndin boðar samstundis frá, at feløgini, umframt allar fótbóltsføroyar frætta aftur, tá nýtt tilmæli frá myndugleikunum fyriliggur, við kunning um, nær ráðiligt er at byrja kappingarnar, og hvør kappingarætlanin síðani verður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald