FSF: Hevur tú nakrantíð spælt fótbólt í einari á? Ella í einum fjósi? Frá mánadegnum 21. til mikudagin 30. september verða árligu Grassrootsdagarnir hjá UEFA hildnir í Føroyum og øllum Evropa
??????????????????
Grassroots-fótbóltur fevnir um breiddarfótbólt, har trivnaður, stuttleiki og heilsa er í hásæti, og júst hetta er endamálið við átakinum, sum Fótbóltssamband Føroya nú fer at skipa fyri.
Felagsskapir av øllum hugsandi slag kunnu vera við ??? eitt nú fótbóltsfeløg, skúlar, dagstovnar, eldrasambýlir, grannaløg, arbeiðspláss, bindiklubbar ella okkurt heilt annað.
??ll kunnu vera við. Tað einasta, ið krevst, er at skipað verður fyri onkrum slagi av fótbóltsspæli ??? bert hugflogið setir mørk fyri, hvar spælt verður.
??? Vit vilja varpa ljós á, at fótbóltur er fyri øll, og kann spælast allastaðni. Vit hava fyrr skipað fyri stórum tiltøkum í samband við Grassrootsdagarnar, men tað ber tíverri ikki til í ár. Tí hava vit í staðin valt at skipa fyri hesum átakinum, og vit vóna, at nógv vilja vera við, sigur Christina Ravnsfjall, Grassroots-samskipari hjá Fótbóltssambandi Føroya, við heimasíðuna hjá FSF.
FSF letur fyriskiparunum av tiltøkunum eina hóskandi nøgd av bóltum. Nærri kunning um hetta fæst við at seta seg í samband við Grassroots-samskiparan, Christinu Ravnsfjall ([email protected]).
Hon leggur afturat, at FSF hetta tíðarskeiðið eisini fer at varpa ljós á Grassroots-fótbólt, eitt nú við at vitja og miðla tiltøkini út til almenningin. Tí eru fyriskiparar eisini vælkomnir at seta seg í samband við Christinu og boða frá, nær og hvar tey ætla at skipa fyri tiltakinum.
Í samband við Grassrootsdagarnar, letur FSF ein stóran og spennandi vinning til mest kreativa tiltak.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald