Ítróttur

Fótbóltsakademi í Klaksvík

...

2020-11-13 12:47 Author image
placeholder

 Fyrsta fótbóltsakademi í Føroyum sær dagsins ljós 1. januar 2021. Talan erum akademi fyri fótbóltsspælarar í barna- og ungdómsdeildunum í økinum,sum Klaksvíkar Ítróttarfelag tekur stig til. 

Sviin, Glenn Ståhl, kemur at standa á odda fyri akademinum. KÍ hevur gjørt tvey ára sáttmála við svian, sumvar venjari hjá NSÍ ein stóran part av júst farna kappingarári í Betrideildini. 

- Hetta er ein ætlan, sum KÍ hevur arbeitt við alt hetta kappingarárið, sigur Tummas Lervig, formaður, sumfegnast um, at avtala er gjørd við Glenn Ståhl, sum vandi besta liðið hjá NSÍ inntil síðst í september mánaði íár, tá NSÍ segði svian úr starvið.

Men nú kemur Glenn Ståhl aftur til Føroya og hesa ferð til Klaksvíkar at standa á odda fyrifótbóltsakademinum hjá KÍ. 

- Hann er tann rætti maðurin til hetta starvið, og hann passar væl inn í konseptið, sigur formaðurin í KÍ. 

Akademiið verður opið, og tí ber til hjá øllum børnum og ungum at tekna seg. 

Enn eru nøkur viðurskifti eftir at fáa heilt upp á pláss. So skjótt sum hesi eru komin í rættlag, fer KÍ at bjóðatil tíðindafundar, har kunnað verður nærri um stórslignu ætlanirnar komandi árinitjl056, har føroyskirfjølmiðlar kunnu seta spurningar. 

Við ítróttarkvøðu 

Tummas Lervig, formaður í KÍ 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder